
Størv hjá Elektron
Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga.
Í Elektron arbeiða vit við KT-loysnum, sum gera veruligan mun fyri samfelagið – hvønn einasta dag. Vit veita tænastur og skipanir, sum nógv túsund føroyingar dagliga nýta til at rinda rokningar, samskifta við myndugleikar og tryggja sínar upplýsingar.
Men tað, sum veruliga ger okkum til eitt gott arbeiðspláss, eru fólkini, sum mynda felagið. Vit eru eitt fjølbroytt og tvørfakligt toymi, har vit samstarva, læra frá hvørjum øðrum og flyta okkum saman. Tú fært ábyrgd frá fyrsta degi, og tínar meiningar og hugskot fáa rúmd.
it trívast við at loysa avbjóðingar og hugsa nýtt. Samstundis leggja vit stóran dent á trivnað, javnvág og at hava eitt umhvørvi, har tað er lætt at vera til – bæði sum arbeiðsfólk og menniskja.
Velur tú Elektron, velur tú eitt arbeiðspláss, har tú kanst gera mun – og vaksa bæði fakliga og persónliga.
Starvslýsingar
Vit arbeiða við ábyrgd
Vit veita KT-loysnir til kritiskar skipanir í samfelagnum og leggja stóran dent á álítandi rakstur, trygd og dátuvernd.
Vit hugsa burðardygt
Við at talgilda tænastur og skipanir minka vit um pappírsnýtslu, effektivisera arbeiðsgongdir og skapa meira umhvørvisvinarligar loysnir.
Vit raðfesta menniskju
Trivnaður, javnstøða og eitt rúmligt arbeiðsumhvørvi eru grundarsteinarnir í okkara felagsskapi – tí KT verður best tá menniskju trívast.
Við at menna skipanir sum Mínboks, Mínlykil og Mínrokning hevur Elektron gjørt tað møguligt hjá borgarum at avgreiða fíggjarlig og umsitingarlig viðurskifti talgilt, uttan tørv á at møta upp persónliga.
Navn Eftirnavn
Stjóri